Jón Simonsen

Jón er útbúgvin bankamaður, marknaðarførðsluøkonomur og ognarmeklari. Jón hevur holla vitan innan
sethúsasølu og -Keys, fígging og meting av húsum, ið kemur bæði seljara og keypara til góða. Hann kann tí veita alla tað rádgeving, ið kundin hevur tørv á í sambandi við keyp og sølu av fastari ogn. Jón leggur stóran dent á, at kundin altíd følir seg tryggan í allari tilgongdini.

Jón hevur eisini verið sjómaður og er skiparalærdur. Hann er útbúgvin Uefa-A venjari, og ein partur av frítíðini fer til at venja fótbóltslið. Fýra tey farnu árini hevur Jón starvast og nomið sær royndir í byggivinnuni.