Selt

á bakka 28 leirvík

á bakka 28 leirvík

Prísuppskot

kr. 1.575.000

192m2

259m2

3

3

1944

Húsini eru í 3 hæddum.. Hvør hæddin er 61 fermetrar  til víddar. Harafturat er ein útbygningur á 9 fermetrar. Húsini eru tilsamans 192 fermetrar. Grundøkið er 259 fermetrar til víddar. Húsini eru bygd í 1944.

Talan er um eini timburhús, har miðhæddin og ovasta hæddin eru klæddar við liggjandi timburbrettum. Niðasta hæddin er betong. Millum hæddirnar eru timburbrettir. Tekjan er aluminium (royal planja) og vindeyguni eru úr plasti.

Takið bleiv skift í 2008, og húsini vórðu klødd og bjálvað í 2012. Køkurin er frá 2013, og altanin varð innilokað í 2013. Baðirúmið í miðhæddini bleiv gjørt í 2015, og tá varð brúsa eisini sett upp á loftinum.

Í miðhæddini er durur, baðirúm, goymslurúm, gongd, køkur og stova. Í ovastu hæddini er gongd, baðirúm, 3 kømur og ein innilokað altan, sum verður brúkt sum klædnarúm. Í niðastu hæddini er kjallararúm/ fýrrúm/ vaskirúm.

Garður við grasvølli er er runt húsini.

Húsini standa út til vegin, og omanfyri húsini er stórt parkeringspláss.

Prísuppskotið er kr. 1.575.000

Minsta yvirboð er kr. 25.000

Um bjóðast skal, verður hetta boðskjal at fylla út, og senda okkum aftur við einari váttan um fígging

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Jón Simonsen

Ognarmeklari

+298 210009

jon@gatt.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.