119m2
158m2
4
3
1924
Talan er um eini sethús í 3 hæddum mitt í býnum, beint við allar hugsandi hentleikar. Miðhæddin og niðasta hæddin eru 41 fermetrar. Ovasta hæddin er uml. 37 fermetrar.
Talan er um eini hús í 3 hæddum, sum hava grót/betonggrund. Miðhæddin og ovasta hæddin eru timbur. Niðasta hæddin er grót/ betong
Húsini eru klødd við timbur, hava trævindeygu, og aluminiumtak. Húsini blivu klødd, bjálvað og vindeyguni skift fyri 8-10 árum síðani. Tekjan er eisini skift, og er hon í góðum standi
Í miðhæddini er inngongd, durur, køkur og stova. Í ovastu hæddini er gongd, 3 kømur og vesi, har tað er møguligt at gera eina brúsu. Í niðastu hæddini er kamar, baðrúm, kjallararúm/ fýrrúm/ vaskirúm.
Niðanfyri húsini er hugnaligur sólkrókur við høgum garði út til vegin. Tað sæst ikki inn í garðin frá vegnum. Runt húsini er garður við urtagarði.
Úr miðhæddini og ovastu hæddini er sera gott útsýni, har man sær heilt út á Nólsoynna.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Bílegg framvísing
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.