Selt

Selt

Selt

Stoksoyrarbakki 8 Klaksvík

Stoksoyrarbakki 8 Klaksvík

Prísuppskot

kr. 2.950.000

261m2

266m2

4

3

1998

Innflytingarklár tvíhús við einastandandi góðari staðseting í Klaksvík. Húsini standa við endan á blindvegi, beint við sjóvarmálan, og útsýni yvir vágna er framúrskarandi. Niðanfyri húsini er stórt grønt fríøki.

Hesi seinastu 4 árini eru fleiri umvælingar gjørdar. Eitt nú er drenað og bjálvað av nýggjum runt húsini, og nýtt, stórt bilhús er bygt. Úr bilhúsinum sleppur tú turrskøddur inn í húsini, tí úr bilhúsinum er beinleiðis atgongd til gongd inni í húsinum. Innan eru flestu gólvini skift, og nýtt ventilatiónsanlegg við Genvex, sum er orkusparandi og gevur góða inniluft, er sett upp. Køkurin er umvældur, og mest sum alt er málað. Baðirúmið á ovastu hædd er høvuðsumvælt við lekkrari brúsu og baðirúmsmøplum úr Corian.

Í miðhæddini er ein snøgg gestainngongd og ljósur køkur við góðum matborðplássi. Beinleiðis atgongd er til stovu/sjónvarpsstovu og trappa er til ovastu og niðastu hædd. Í stovuni eins og í hjúnakamarinum í ovastu hædd er stórur karnappur við fríum útsýni í allar ættir. Eisini er ein gerandisdurur við beinleiðis atgongd til bilhúsið og hjallin. Í ovastu hæddini er trappupallur, stórt hjúnakamar við innbygdum skápum, 2 barnakømur og eitt heilt nýtt, ljóst   baðirúm við brúsu. Lemmur er uppá ovasta loft, har ventilatiónsanleggið stendur.

Í niðastu hædd er gongd, baðirúm við baðikari, stórt brúggers/fýrrúm og eitt stórt kamar og eitt gott goymslurúm. Atgongd er eisini til 2 stór kjallararúm, sum kunnu innrættast til eitt nú heimabio, tannáringakømur ella  frítíðarrúm, um brúk er fyri tí.

Húsini eru betong við timbri í øllum 3 hæddum. Niðasta hæddin er 98 fermetrar, miðhæddin er 107 fermetrar og ovasta hæddin er 56 fermetrar, í alt 261 vælinnrættaðir fermetrar. Í miðhæddini er bilhús við el-bilhurð og goymslurúm á 44 fermetrar. Grundøkið er 266 fermetrar til víddar. Húsini vórðu bygd í 1998.

Prísuppskoti er kr 2.950.000.

Minsta yvirboð kr 25.000.

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Jón Simonsen

Ognarmeklari

+298 210009

jon@gatt.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.