Ráðgeving til keypara

Umhugsar tú at keypa, men veitst ikki heilt, hvussu tú skalt bera teg at. Hjá Gátt hava vit serkønan metingarmann, sum kann hjálpa tær.

Vit hava holla løgfrøðiliga vitan um keyp og sølu av fastogn, og kunnu ráðgeva tær og umboða teg í sambandi við keypið.

Vit veita ráðgeving um tørv á húsaskoðan og møguleika fyri at tekna eina ognarskiftistrygging, innfría pant, gera átekningar, skriva servituttar o.a.

Vilt tú vita meira, vinaliga set teg í samband við Gátt á tel. 21 00 09 / 788400 ella á gatt@gatt.fo.

Lat okkum skriva skeytið

Hevur tú brúk fyri at fáa skrivað eitt skeyti. Vit átaka okkum at skriva skeyti, veita ráðgeving um tørv á húsaskoðan og møguleika fyri at tekna eina ognarskiftistrygging, innfría pant, gera átekningar, skriva servituttar o.a.

Gátt hevur starvsfólk við hollari løgfrøðiligari vitan innan keyp og sølu av fastari ogn, og vit hjálpa tær fegin.

Viðrismetingar

Kundi tú hugsað tær at fingið tína ogn virðismetta? Vit hava serkønan metingarmann, sum virðismetir alla fastogn, bæði privata og vinnuliga.

Privat Søla

Hevur tú funnið ein keypara og vilt hava søluna avgreidda? 

Hjá Gátt eru vit serfrøðingar innan økið og kunnu hjálpa tær við tí praktiska. 

Vit kunnu skriva skeytið, veita ráðgeving um tørv á húsaskoðan og møguleika fyri at tekna eina ognarskiftistrygging, innfría pant, gera átekningar, skriva servituttar o.a.